Verpur náti tvey egg?

Sjúrður Hammer, Jens-Kjeld Jensen

Research output: Contribution to specialist publicationArticle

26 Downloads (Pure)

Abstract

Nátar verpa vanliga bert eitt egg, men tað kemur fyri, at tvey vera funnin
í nátareiðrum. Hetta hevur reist fleiri spurningar um nøringina hjá náta.
Tað eru tvær mótstríðandi frágreiðingar upp á hesar óvanligu tví-eggja
urptirnar. Antin eru nakrir nátar, sum verpa tvey egg, ella er talan um
tvær ymiskar bøgur, sum hava vorpið í sama reiður. Í 1989 skrivaði
Jens-Kjeld Jensen í frágreiðing til danska fuglafrøðitíðarritið DOFT, at
hann metti, at eggini í tví-eggja-urptini vóru so mikið lík hvør øðrum, at
tey mest sannlíkt vóru vorpin av somu bøgu. Nú hevur nýggj kanning
við einum nýggjum kanningarhátti sátt iva um hesa hypotesu.
Original languageFaroese
Pages32-35
Volume26
No.1
Specialist publicationFrøði
Publication statusPublished - 2020

Keywords

  • breeding ecology
  • ecology
  • oology

Cite this