Veður og vindur

Translated title of the contribution: Weather and Wind in the Faroes

Research output: Other contribution

9 Downloads (Pure)

Abstract

Í samband við 25 ára føðingardagin hjá Fróðskaparsetrið Føroya helt høvundin almennan fyrilestur við heitinum “Veður og vindur”, ið hevði til endamáls at vísa á veðurbroytingar í Føroyum síðani fyrst í 1870-unum. Eisini aftan á hetta hevur almennur áhugi víst seg at vera fyri evninum, og tí er valt at seta fyrilesturin á prent.

Fyrilesturin var fyri tað mesta grundaður á upplýsingar í árbókunum hjá Dansk Meteorologisk Institut. Men til høvið eydnaðist tíverri ikki at fáa tøl líka langt upp í tíðina fyri allar veðurparametrarnar, ið valdir vóru at umrøða. Innihaldið í fyrilestrinum eigur tí at metast sum fyribils kanningarúrslit.

Tað skal vera gjørt serliga vart við, at vindmátingarnar frá Mykinesi ikki eru umboðandi fyri vindviðurskiftini í Føroyum. Hetta sæst týðiligast av ættmátingunum, sum ikki vísa tann vælkenda veruleika, at ættirnar millum sunnan og útsynning koma oftast fyri í Føroyum. Mátingarnar í Mykinesi eru óivað nógv ávirkaðar av lendisumstøðunum, sum vindfølarin stendur í. Valt var at taka mátingarnar við her, av tí at tær eru yvir eitt langt tíðarskeið. Tær mugu ikki roknast sum umboðandi vindviðurskiftini í Føroyum.
Translated title of the contributionWeather and Wind in the Faroes
Original languageFaroese
PublisherUniversity of the Faroe Islands. Faculty of Science and Technology
Number of pages24
Place of PublicationTórshavn
Publication statusPublished - 1990

Publication series

NameNVDRit
PublisherUniversity of the Faroe Islands
Volume1990:1
ISSN (Print)1601-9741

Keywords

  • Veður
  • Veðurmátngar
  • Veðurlag
  • Vindur
  • Hiti
  • Lufttrýst
  • Sóltímar
  • Frost
  • Stormur

Fingerprint

Dive into the research topics of 'Weather and Wind in the Faroes'. Together they form a unique fingerprint.

Cite this