Trivnaðarkanning í fólkaskúlanum í Føroyum 2023: Frágreiðing og tilmæli

Translated title of the contribution: Wellbeing in the Faroese compulsory schools 2023: Report and recommendations

Research output: Book/ReportCommissioned report

15 Downloads (Pure)

Abstract

Úrslitini frá trivnaðarkanningini í ár vísa, at gongdin við happing er farin skeiva vegin, tí 17% av næmingunum siga seg vera blivin happað í skúlanum. Meira enn helvtin av næmingunum siga seg ikki vita, hvat ein trivnaðarætlan er, og knappur fjórðingur sigur seg ikki vita, um teirra skúli hevur eina trivnaðarætlan.
Eins og í 2013 vísa úrslitini, at meginparturin av næmingunum dámar væl at læra, tó halda tey ikki tað vera serliga stuttligt at ganga í skúla. Næmingarnir halda lærugreinarnar hava munandi minni týdning nú enn fyri 10 árum síðani, eins og tær eisini verða fataðar keðiligari nú. Næmingatalið í flokkinum hevur ávirkan á arbeiðsfriðin í flokkinum. Næmingar í stórum flokkum siga seg m.a. hava trupult at hoyra, hvat lærarin og hinir næmingarnir siga.
Ábendingar eru um, at tolsemi við ymiskleika í flokkunum er økt. Tó benda tølini eisini á, at næmingarnir keða seg og halda ikki lærugreinarnar hava serliga stóran týdning. Mátin, happing fer fram upp á, flytir seg eisini. Frá at vera meira sjónlig og týðilig – og í summum førum eisini góðtikin atferð fyri bara nøkrum árum síðani, er mátin at happa broyttur. Hann er kanska í nógvum førum vorðin meira sniðfundigur (subtilur) og snildur (manipulerandi). Vitanin um, at happing er skaðilig og hugburðurin um, at happing ikki verður góðtikin, er eisini støðugt meira útbreiddur. Samstundis er pallurin víðkaður, nú sosialu miðlarnir eru partur av gerandisdegnum hjá nærum øllum skúlabørnum. Tað er sjálvsagt tann ynskiliga gongdin, at happing skal minka niður í onki. Bæði tí, at hon er skaðilig fyri tann beinleiðis rakta og umhvørvið. Eisini tí, at læring og trivnaður eru treytað av tryggleika í skúlafelagsskapinum. Tí eru yvirskipaðu trivnaðarkarmarnir á skúlunum av størsta týdningi.
Translated title of the contributionWellbeing in the Faroese compulsory schools 2023: Report and recommendations
Original languageFaroese
Place of PublicationTórshavn
PublisherFøroya Fróðskaparsetur
Commissioning bodyBarna- og útbúgvingarmálaráðið
Number of pages94
ISBN (Electronic)978-99918-63-08-5
ISBN (Print)978-99918-63-07-8
Publication statusPublished - 3 Oct 2023

Keywords

  • Compulsory Schools
  • Public schools
  • Children
  • Infants
  • Faroe Islands
  • well-being

Fingerprint

Dive into the research topics of 'Wellbeing in the Faroese compulsory schools 2023: Report and recommendations'. Together they form a unique fingerprint.

Cite this