Sloppin alilaksur millum villa laksin í sjónum

Research output: Contribution to specialist publicationArticle

5 Downloads (Pure)

Abstract

Havøkið norðan fyri Føroyar er týdningarmikið føði og uppvakstrarøki hjá laksi, tá ið hann er farin úr áunum út á hav. Kanningar vísa, at sloppin alilaksur er millum villa laksin í sjónum. Lutfallið av rýmdum alilaksi í laksafiskiskapinum var minni enn 5% fram til 1988. Tá byrjaði nøgdin at vaksa, og í 1990 varð mett, at umleið 40% av veiðuni norðanfyri var sloppin alilaksur. Seinnu árini er lutfallið minkað niður í umleið 25%. Mett verður, at tveir triðingar av laksi fingnir í firðum og áum í Føroyum eru sloppin alilaksur. Um alilaksur fer niðan í ánna at gýta og blandast við villa laksin, kann tað hótta villa laksin, og hann kann tá gerast verri fyri vegna íleguíbland av alilaksi. Alilaksur kann eisini bera smittu og laksalýs við sær til villa laksin.
Original languageFaroese
Pages18-24
Number of pages7
Volume8
No.1
Specialist publicationFrøði
PublisherFøroya Fróðskaparfelag
Publication statusPublished - 2002

Keywords

  • aquaculture
  • farmed
  • salmon
  • scale
  • sea age
  • smolt age
  • wild

Cite this