Skipanarligar fortreytir og føroysk stjórnarviðurskifti

Translated title of the contribution: Institutional Conditions and Faroese Governments

Hallbera West

Research output: Contribution to journalArticlepeer-review

16 Downloads (Pure)

Abstract

Politiskir flokkar eru felagsskapir við nógvum uppgávum og leiklutum. Tað
er greitt, at politiskir flokkar røkja týdningarmiklar uppgávur í føroysku
demokratisku skipanini. Sjóneykan verður í hesi grein sett á politisku flokkarnar,
flokkaskipanina og føroysk stjórnarviðurskifti. Støði verður tikið í, at
skipanarligir karmar ávirka fortreytirnar fyri virksemi við stjórn. Greinin vísir á,
at føroyska skipanin er eyðkend av at vera ein fleirflokkaskipan, sum hevur eina
veika politiska miðju, og av at landsstýrini aloftast eru samgongustjórnir við
størri politikkspenni enn vanligt, ið kann hava avbjóðingar við sær. Kanningin
vísir, at hóast hesar torføru treytir, so er flokkaskipanin støðug í bygnaði, og
stjórnarviðurskiftini eru eisini rættiliga støðug, samstundis sum flokkar skiftast
um at skipa stjórn.
Translated title of the contributionInstitutional Conditions and Faroese Governments
Original languageFaroese
Pages (from-to)87-110
Number of pages24
JournalFróðskaparrit - Faroese Scientific Journal
Volume68. bók
Publication statusPublished - 5 Dec 2022

Keywords

  • Politiskir flokkar
  • Fleirflokkaskipan
  • Samgongustjórn
  • Skipanarligar fortreytir
  • Føroyar
  • Political parties
  • Multipartysystem
  • Coalition governments
  • Institutional conditions
  • Faroe Islands

Cite this