Abstract
Úrslitið av løgtingsvalinum í 2011 var, at 10 kvinnur og 23 menn sluppu inn um tinggátt. Kvinnuumboðanin er økt úr 9,4 prosentum eftir valið í 2004 til 21,2 prosent eftir valið í 2008 og er nú 30,3 prosent. Hví munnu fleiri kvinnur verða valdar? Man tað vera tað stóra stigið, sum varð tikið í 2008, at broyta vallógina frá sjey valdømum til bert eitt, sum hevur ført til betri kynsjavnvág? Hetta kann óivað hava spælt inn bæði beinleiðis og óbeinleiðis, men neyvan er hetta einasta frágreiðingin.
Original language | Faroese |
---|---|
Title of host publication | Valið og valdið |
Subtitle of host publication | ein tvørskurður av løgtingsvalinum |
Editors | Høgni Reistrup, Stefan í Skorini |
Place of Publication | Vestmanna |
Publisher | Sprotin |
Pages | 81-93 |
Number of pages | 13 |
Edition | 1 |
ISBN (Print) | 978-99918-71-74-5 |
Publication status | Published - 2011 |
Keywords
- women
- politics
- Faroe Islands
- women's political representation