Kristindómurin millum søgu og átrúnað: viðmerkingar til stríðið innan fólkakirkjuna

Research output: Contribution to specialist publicationArticle

1 Downloads (Pure)

Abstract

Stríðið innan fólkakirkjuna millum tey, sum meina, at alt sum stendur skrivað í Bíbliuni, eigur at skiljast bókstaviliga, og tey, sum meina, at bíbilski teksturin eigur at skiljast í einum størri søguligum samanhangi, hevur tikið seg upp aftur í samband við 1000 ára haldið. Í tí sambandi kundi verið áhugavert at hugt at, hvat nýggjasta bíbliugranskingin og nýggjar granskingartilgongdir siga um hendan spurningin. Henda grein skal ikki skiljast sum eitt íkast til spurningin um søguliga sannleiksvirðið ella átrúnaðarliga týdningin í Bíbliuni. Høvuðsendamálið við greinini er heldur at siga frá søguliga upprunanum til bíbilsku tekstirnar og Bíbliuna, við tí fyri eyga at geva eitt íkast til tað aktuella kjakið um, hvussu Bíblian í heila tikið eigur at lesast.
Original languageFaroese
Number of pages6
Specialist publicationDimmalætting
Publication statusPublished - 6 Jun 2000

Keywords

  • christianity
  • religion
  • history
  • national church

Cite this