Koronafarsóttin og føroyska fiski- og alivinnan: Ávirkanin av Covid-19 á fiski- og alivinnuna og avleiðingarnar fyri føroyska búskapin

Zvonimir P. Đ. Mrdalo, Unn Laksá, Magni Laksáfoss, Christoffur Gert Nielsen

Research output: Book/ReportCommissioned report

1 Downloads (Pure)

Abstract

Koronafarsóttin (Covid-19) hevur verið størsta búskaparliga hóttafallið í nýggjari tíð. Minkingin í BTÚ í
heimsbúskapinum er meira enn dupult so stór, sum hon var í fíggjarkreppuni í 2009 (World Bank 2020).
Ávirkanin er eisini eyðsæð í føroyska búskapinum. Í september 2020 broytti Búskaparráðið útlitini 13,9
prosentstig fyri 2020 - frá einum mettum vøkstri, sum var 7 prosent í várfrágreiðingini, til 6.9 prosent
minking í BTÚ samanborið við 2019.
Útlitini broytast alla tíðina, sum farsóttin ferðast millum londini, men seinastu metingarnar hjá OECD
(2020) siga, at roknast kann við einari afturgongd í BTÚ í heimsbúskapinum millum 6 og 8 prosent.
Afturgongdin í bruttotjóðarúrtøkuni hjá fleiri av stóru útflutningslondum Føroya er væntandi væl størri
enn hetta.
Fiskivinnan og alivinnan eru berandi súlurnar undir føroyska búskapinum. Tí hevur virksemið í hesum
vinnunum serstakliga stóra ávirkan á føroyska samfelagsbúskapin. Landið fær inntøkur frá hesum
vinnunum gjøgnum lønarskatt, partafelagsskatt, kapitalvinningsskatt umframt uppboðssølu-, veiði- og
tøkugjøld. Koronastøðan hevur sjálvandi longu havt - og hevur framhaldandi - ávirkan á fiski- og
alifyritøkur. Endamálið við hesari verkætlanini er at skjalprógva og greina, hvørja ávirkan Covid-19
hevur havt á føroyskar ali- og fiskivinnufyritøkur higartil og meta um búskaparligu avleiðingarnar fyri
vinnurnar og ávirkanina á samfelagsbúskapin sum heild. Dentur verður lagdur á at lýsa ávirkanina á
fyritøkurnar í breiðari merking, t.d. framleiðslugongdir og avgerðargongdir umframt marknaðar- og
søluviðurskifti.
Original languageFaroese
Commissioning bodyResearch Council Faroe Islands
Number of pages44
Publication statusPublished - 2020

Keywords

  • covid-19
  • sea farming industry
  • fishing industry
  • Faroe Islands

Cite this