Jesus: jødi, uppreistrarmaður, Gud?

Research output: Contribution to specialist publicationArticle

2 Downloads (Pure)

Abstract

Við hesum heiti hevur svenski tíðindamaðurin og serfrøðingurin í religiónssøgu,
Søren Wibeck, skrivað bók um tann søguliga Jesus. Talan er um áhugaverda bók,
sum avgjørt kann viðmælast. Søren Wibeck leggur ikki nýggja gransking fyri
lesaran, men hann sigur á ein lættlesiligan hátt frá tí, sum bíbliugranskarar eru
komnir eftir viðvíkjandi tí søguliga Jesusi. Í bókini verður øll Jesusgranskingin
gjøgnumgingin, og hon er grundað á bæði konservativar kristnar granskarar,
m.a. Gary Habermas og Ben Witherington, og á meira átrúnaðarliga óheftar
granskarar, m.a. Bart D. Ehrman, Marcus Borg og E.P. Sanders. Bókin er væl
skrivað og saklig, sjónarmið hjá fleiri ymiskum granskarum verða viðgjørd, og
niðurstøðurnar eru væl grundaðar og sum oftast eisini rættiliga áhugaverdar.
Original languageFaroese
Number of pages8
Specialist publicationSosialurin
Publication statusPublished - Oct 2008

Cite this