Integrasjónsálit

Research output: Book/ReportCommissioned report

2 Downloads (Pure)

Abstract

Útlendingar eru ein sjálvsagdur partur av okkara samfelag og
eitt ríkt tilfeingi, ið rúmkar okkara vitan og kunnleika á ymsan
hátt. Tað setir okkum sjálvum krøv og mennir okkum sum samfelag. Vit eru fáment og okkum tørvar menniskjaligt tilfeingi.
Umráðandi er, at teir útlendingar, ið flyta til Føroya, fáa høvi
at geva sítt íkast til samfelagið á ein týðandi hátt. Tá ið vit
eggja teimum til at vera við og virka í samfelagnum, fáa vit økt
virknið í samfelagnum, og tað verður okkum til stóran fyrimun.
“Integrasjón” er nýtt hugtak í Føroyum. Vit hava til dømis einki
viðurkent føroyskt orð fyri “integrasjón”. Hugtakið “integrasjón” fevnir um at savna fleiri partar í eina eind. Integrasjón í
samfelagsligum samanhangi er ein tilgongd, sum skapar felags
grundarlag hjá bólkum ella fylkingum at liva lið um lið.
Upprunin til orðið “integrasjón” er leitt av latínska sagnorðinum ”integrare”, ið merkir “gera heilt ella fullkomið” ella “endurnýggja” og sum gongur aftur til lýsingarorðið “integer”, ið
merkir “heilur” ella “óskalaður”.
Føroyamálsdeildin á Setrinum hevur skotið upp, at eitt føroyskt orð fyri integrasjón kundi verið: “sameining”, “tillaging”,
“innlaging” ella “samlaging”.
Men hvat vilja vit við einari føroyskari integrasjón? Vilja vit,
at útlendingurin skal laga seg til føroyska samfelagið, uttan
tó at sleppa sínum eyðkennum? Skal útlendingurin lagast inn
í føroyska samfelagið ella skal tann einstaki útlendingurin og
samfelagið laga seg hvørt eftir øðrum - samlagast? Ætla vit,
at útlendingurin skal sleppa sínum eyðkennum og gerast líkari
ella heilt líkur føroyingum, er talan ikki um integrasjón, men
um assimilasjón.
Arbeiðsbólkurin hevur ikki tikið støðu til eitt føroyskt orð fyri
integrasjón, men tó er semja um, at hugtakið “integrasjón” skal
fevna um fyribrigdið: at einstaklingurin og samfelagið skulu
laga seg hvørt eftir øðrum. Ein væleydnað integrasjón hevur við sær, at útlendingar fáa høvi at virka í vinnulívinum, í
frítíðar- og mentanarlívinum á jøvnum føti við aðrar føroyingar. Tað hevur stóran týdning, at integrasjónin fer fram við
fyriliti fyri føroyskari og útlendskari siðvenju og mentan soleiðis, at útlendingurin ikki missir sín egna samleika.
Original languageFaroese
Place of PublicationVestmanna
PublisherSprotin
Commissioning bodyMinistry of the Interior
Number of pages50
Edition1
Publication statusPublished - 2011

Keywords

  • Integration
  • Education
  • Immigrants
  • Inclusion

Cite this