Haruveiðan í Føroyum 2019 og annað tilfar um føroysku haruna

Translated title of the contribution: Hunting of hare in the Faroe Islands in 2019 and other issues regarding the Faroese hare

Research output: Book/ReportAnthology

2 Downloads (Pure)

Abstract

Samandráttur
Hetta er áttanda frágreiðingin, sum eg havi skrivað um haruveiðuna í Føroyum. Fyrsta royndin var gjørd í 2012. Í hesi frágreiðingini eru tilsamans 5.927 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2019.

Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 755 harutúrum í 299 hagapørtum kring landið. Í 20 teimum bestu haruhøgunum skutu teir tilsamans 1.971 harur, sum er 33% av samlaðu veiðuni í Føroyum í 2019. Helvtin av harunum vórðu skotar í 47 hagapørtum, av hesum vórðu 1.092 harur (25%) skotnar í 13 teimum bestu høgunum.

Raskastu at skjóta harur í Føroyum í 2019 vóru teir, sum skutu í í Kvíggjarhamarshaga í Saksun. Teir skutu tilsamans 214 harur, sum teir fingu á 10 túrum. Teimum á baki vóru teir í “Norðurtriðingur - Norðaripartur”, eisini nevndur “Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna” í Sørvági. Teir fingu 170 harur á 11 túrum. Á triðja plássi vóru harumenninir, sum skutu í haganum “Botnar” í Funningi. Teir fingu 133 harur á 7 túrum.

Verður hædd tikin fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gingnir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin, broytist úrslitið. Eftir hesum útrokningarháttinum, lá best fyri í hagapartinum “Bergið” í Árnafirði. Í hesum hagunum var ein einsamallur maður ein túr, har hann skeyt 15 harur. Á øðrum og triðja plássi vóru harumenninir “Fyri oman Rætt – Fjallið” við Gjógv, og teir í “Áarhaga - Heimanfyri” í Kaldbak. Hesir skutu í miðal 10,5 harur pr. byrsu hvønn dagin.

Fyri alt landið vórðu skotnar 3,10 harur pr. byrsu hvønn dagin. Hetta er meira enn í 2018, tá teir skutu 2,79 harur pr. byrsu hvønn dagin, men eitt sindur minni enn í 2017, tá miðal- veiðan var 3,18 harur pr. byrsu hvønn dagin.
Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 2.714 harur, sum er 36% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2019. Í Vágum skutu teir 1.247 harur, í Eysturoynni 943 og á Borðoynni 313 harur.

Vestmanna er, eins og undanfarin ár, tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2019. Tilsamans skutu vestmenningar 584 harur á 52 túrum. Í Saksun skutu teir 439 harur og í Sørvági 417 harur.

Fyrsta dag, loyvt var at skjóta haru í 2019, var leygardagin 2. november. Hendan dagin fingu teir tilsamans 1.047 harur, sum vórðu skotnar í 71 hagapørtum kring landið.

Á teimum 755 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2019, var veiðan millum 0 og 97 harur hvønn túrin. Vanligast var at fáa 1 til 4 harur á einum túri. Í miðal vórðu skotnar 7,65 harur á hvørjum túri í 2019. Hetta er eitt sindur meira enn í 2018, tá teir í miðal fingur 7,02, men minni enn í 2017, tá teir í miðal fingu 8,14 harur á hvørjum túri. Í 2014 og 2013 miðalveiðan ávikavist 8,12 og 8,2 harur pr. túr.
Talið av skjúttum á hvørjum harutúri í 2019 var millum 1 og 18. Helvtin av túrunum vóru teir 2 ella færri skjúttar á hvørjum túri. 277 ferðir (37%) var bert ein maður og skeyt.

Mett verður, at í 2019 skutu umleið 950 mans harur í Føroyum. Hetta talið er eitt sindur hægri enn í bæði 2018 og 2017, tá mett var, at einir 900 mans skutu harur í Føroyum. Í 2014 var mett, at tað árið skutu meira enn 1.200 mans harur í Føroyum.

Ein fyribils kanning vísir, at ein triðingur av føroysku harunum hava bendilorm. 

------------------------------------------------

Summary (in English)
This is the eight yearly census of hares hunted in the Faroe Islands. The hunting season is from November 2nd to December 31st. The first census was conducted in 2012.

The survey is based on data collected through the webpage “haran.fo”, which was created for this purpose. The investigation is based on information from 755 distinct hunting expeditions carried out in 299 outfields covering most of the Faroe Islands.

In the present overview, 5,927 hares are registered as shot in the Faroe Islands. Based on this, I estimate the total number of hunted hares being approximately 6,000 animals in 2019.

On the first hunting day (Friday November 2ad) 1,047 hares were shot in 71 fields.

In the 20 best hunting fields, a total of 1,971 hares were shot, corresponding to 33% of the hunted hares. Half of the hares were shot in 47 outfields. Half of these, i.e. 1,092 hares, where shot in 13 of the best outfields.

The most successful hare-hunters in the Faroe Islands in 2019 were those from the outfield ‘Kvíggjarhamarshaga’ belonging to the village Saksun. In total, they shot 214 hares in 10 trips. On the second place were those from “Norðurtriðingur - Norðaripartur” in the village Sørvágur, with a total of 170 hares in 11 trips. On third place were those from ‘Botnar’ in the village Funningur. They shot 133 hares in 7 hunting expeditions.

However, if the hunting statistics are adjusted by the number of trips and shots, then the top-3 list changes. Then the field ‘Bergið’, belonging to the village Árnafjørður was the most successful. In this field a single man shot 15 hares in a single trip. Number two and three were those from the field ‘Fyri oman Rætt - Fjallið’, belonging to the village of Gjógv, and those from the field ‘Áarhagi – Heimanfyri’ in the village Kaldbak. In both of these fields the average outcome was 10.5 hares per gun per day.

Overall, 3.10 hares where shot per gun per day in the Faroe Islands in 2019. This is more than in 2018, when 2.79 hares were shot per gun per day, but less than in 2017, when they got 3.18 hares per gun per day.

Most of the hares were shot on the island of Streymoy with a total of 2,714, corresponding to 36% of the hunted hares in the Faroe Islands in 2019. On the island Vágar, 1,247 hares were shot, 943 on Eysturoy and 313 hares on the island of Borðoy.

The village Vestmanna on the island Streymoy is, as in the previous years, the place where most hares were shot in 2019. In total, they shot 584 hares on 52 trips.

During the 755 individual hunting trips in 2019, the hunting success ranged from 0 to 97 hares on each trip. The most common success rate was between 1 and 4 hares on a single day. Over the whole season, 7.65 hares were shot on an average a trip. This is more than in 2018, when they shot 7.02 in average on a day but somewhat less than in 2017, when on average 8.14 hares were obtained per trip. In 2014 and 2013, they shot 8.12 and 8.20 hares on average during each trip, respectively.

The number of hunters on a trip ranged from 1 to 18. On half of the trips (the median), an average of 2.0 or fewer hunters participated, In 277 cases (37%), the hunter was alone.

Only men hunt hares in the Faroe Islands. It is estimated that approximately 950 hunters participated in hare-hunting in the Faroe Islands in 2019, corresponding to around 4% of the total male population.

A preliminary study shows that one third of the Faroese hares are infected with tapeworms.
Translated title of the contributionHunting of hare in the Faroe Islands in 2019 and other issues regarding the Faroese hare
Original languageFaroese
Place of PublicationTórshavn
PublisherFaculty of Science, University of the Faroe Islands
Number of pages50
Volume2020:05
Publication statusPublished - 28 Feb 2020

Publication series

NameNVD rit
PublisherNáttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya
No.2020:05
ISSN (Print)1601-9741

Keywords

  • Hares
  • Faroe Islands
  • Lepus timidus

Fingerprint

Dive into the research topics of 'Hunting of hare in the Faroe Islands in 2019 and other issues regarding the Faroese hare'. Together they form a unique fingerprint.

Cite this