Hví serføroyska løgfrøðiútbúgving?

Translated title of the contribution: Why a distinct Faroese Legal Education?

Research output: Contribution to journalArticlepeer-review

6 Downloads (Pure)

Abstract

Útbúgving í løgfrøði er ikki virksemi, ið kann vera eins fyri øll samfeløg, men
eigur at vera, politiskt, søguliga og mentunarliga treytað. Lóg og rættur snýr
seg um at skipa egin viðurskifti, bæði sum einstaklingur og sum samfelag, á
ein góðan og ordiligan hátt út frá egnum fortreytum. Føroysk løgfrøðilig
útbúgving er týðandi fyri at tryggja tað løgfrøðiliga medvit, sum er neyðugt
fyri at menna føroyska rættarsamfelagið, skapað av føroyingum í samfelagsins
mynd og svarandi til samfelagsins avbjóðingar. Egin útbúgving og sjálvstøðugt
tilvit er eisini fortreyt fyri at hugsa sjálvstøðugt um, hvussu løgligir stovnar
skipast best, og hvussu lán av fremmandari lóggávu eigur at gerast. Samfelag
við lítlari orku sum tað føroyska kann ikki byggja hvørki løgligar stovnar ella
størri lógarverk frá berum botni. Lán eru og verða neyðug, men størri løgfrøðiligt
tilvit er neyðugt til tess at vita, nær ið lánast skal og hvussu. Eisini
hevur lítið samfelag tørv á at skapa ta frástøðu millum myndugleikar og borgarar
við reglum, sum størri samfeløg í ein mun fáa natúrliga, og tí er eisini
tørvur á at menna sjálvstøðugt medvit um, hvussu sjálvir rættarnormarnir
mugu lagast til fyri at hóska til samfelagið. Løgfrøðingur í lítlum samfelag, ið
hevur lutfalsliga lítla orku, kann ikki einans kenna skyldu til at halda lógarinnar
bókstav, men má eisini kenna eina moralska skyldu til at fáa rættarskipanina
– í breiðari merking – at virka væl. Eitt nú hevur lóggevari í lítlum
samfelag aðrar fortreytir at virka undir, og tí er neyðugt at mynda løgfrøðingar,
sum hava annan hugburð til, hvussu Løgtingið skal vera lóggevari, og hvør
javnvágin eigur at vera millum løgting og dómstólar og aðrar royndarstovnar.
At taka ábyrgd av løgfrøðiútbúgving er samanumtikið at skapa fortreytirnar
fyri at skipa og menna samfelagið út frá egnum fortreytum.
Translated title of the contributionWhy a distinct Faroese Legal Education?
Original languageFaroese
Pages (from-to)12-22
Number of pages11
JournalFøroyskt lógarrit
Volume9
Issue number1
Publication statusPublished - 2020

Keywords

  • legal education
  • law
  • education
  • Faroe Islands

Fingerprint

Dive into the research topics of 'Why a distinct Faroese Legal Education?'. Together they form a unique fingerprint.

Cite this