Haruveiðan í Føroyum 2020 og annað tilfar um føroysku haruna

Translated title of the contribution: Hunting of hare in the Faroe Islands in 2020 and other issues regarding the Faroese hare

Research output: Book/ReportAnthology

2 Downloads (Pure)

Abstract

The Faroese hare hunting season starts on November 2nd and ends on December 31st. This is the ninth yearly census of hare hunts in the Faroe Islands. The first census was conducted in 2012.
--------------------------------------------------
Samandráttur
Hetta er níggjunda frágreiðingin, sum eg havi skrivað um haruveiðuna í Føroyum. Fyrsta royndin var gjørd í 2012. Í hesi frágreiðingini eru tilsamans 9.562 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2020.

Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 1.044 harutúrum í 391 hagapørtum kring landið. Í 20 teimum bestu haruhøgunum skutu teir tilsamans 2.626 harur, sum er 27% av samlaðu veiðuni í Føroyum í 2020. Helvtin av harunum vórðu skotar í 46 hagapørtum, av hesum vórðu 2.323 harur (25%) skotnar í 17 teimum bestu høgunum í Føroyum.

Raskastu at skjóta harur í Føroyum í 2020 vóru teir, sum skutu í “Dalhagi - Eystaripartur” í Vestmanna. Teir skutu tilsamans 190 harur á 3 túrum. Teimum á baki vóru teir, ið skutu í í Kvíggjarhamarshaga í Saksun. Teir fingu 180 harur á 10 túrum. Á triðja plássi vóru harumenninir, sum skutu í haganum “Botnar” í Funningi. Teir fingu 175 harur á 8 túrum

Verður hædd tikin fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gingnir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin, broytist úrslitið. Eftir hesum útrokningarháttinum, lá best fyri í hagapartinum “Bergið” í Árnafirði. Í hesum hagunum var ein einsamallur maður ein túr, har hann skeyt 27 harur. Á øðrum plássi var “Norðaripartur” í Depli, har tveir mans á einum túri skutu 38 harur. Á triðja plássi vóru harumenninir “Fyri innan Leiti” á Viðareiði, har fimm mans skutu 64 harur á einum túri

Fyri alt landið vórðu skotnar 3,23 harur pr. byrsu hvønn dagin. Hetta er meira enn í 2019, tá teir skutu 3,10 harur pr. byrsu hvønn dagin, og væl meira enn í 2018, tá miðal veiðan var 2,79 harur pr. byrsu hvønn dagin.
Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 4.029 harur, sum er 42% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2020. Í Vágum skutu teir 1.980 harur, í Eysturoynni 1.636 og á Borðoynni 637 harur.

Vestmanna er, eins og undanfarin ár, tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2020. Tilsamans skutu vestmenningar 1.011 harur á 76 túrum. Í Sørvági skutu teir 544 harur og í Miðvági 484 harur.

Fyrsta dag, loyvt var at skjóta haru í 2020, var leygardagin 2. november. Hendan dagin fingu teir tilsamans 992 harur, sum vórðu skotnar í 56 hagapørtum kring landið.

Á teimum 988 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2020, var veiðan millum 0 og 117 harur hvønn túrin. Vanligast var at fáa 1 til 4 harur á einum túri. Í miðal vórðu skotnar 9,41 harur á hvørjum túri í 2020. Hetta er munandi meira enn hini árini. Í 2019 var miðalveiðan 7,65 harur á hvørjum túri. Í 2018 var hon 7,02 harur pr. túr.
Talið av skjúttum á hvørjum harutúri í 2020 var millum 1 og 30. Helvtin av túrunum vóru teir 2 ella færri skjúttar á hvørjum túri. 321 ferðir (33%) var bert ein maður og skeyt.

Mett verður, at í 2020 skutu umleið 1.200 mans harur í Føroyum. Hetta talið er eitt sindur hægri enn í 2019, tá mett var, at einir 950 mans skutu harur. Í 2014 var mett, at tað árið skutu eisini einir 1.200 mans harur í Føroyum.

--------------------------------

Summary (in English)
The Faroese hare hunting season starts on November 2nd and ends on December 31st. This is the ninth yearly census of hare hunts in the Faroe Islands. The first census was conducted in 2012.

The survey is based on data collected through the webpage “haran.fo”, which was created for this purpose. The investigation is based on information from 1,044 distinct hunting expeditions carried out in 391 outfields covering most of the Faroe Islands.

In the present overview, 9,562 hares are registered as shot in the Faroe Islands in 2020.

On the first hunting day (Friday November 2ad) 992 hares were shot in 56 fields.

In the top 20 hunting fields, a total of 2,626 hares were shot, corresponding to 27% of the hunted hares.

Half of the hares were shot in 46 outfields. Half of these, i.e. 2,323 hares (25%), where shot in 17 of the best outfields.

The most successful hare‐hunters in the Faroe Islands in 2020 were those from the outfield “Dalhagi ‐ Eystaripartur” belonging to the village Vestmanna. In total, they shot 190 hares on 3 trips. In second place were those from “Kvíggjarhamarshaga” belonging to the village Saksun with a total of 180 hares on 10 trips. In third place were those from ‘Botnar’ in the village Funningur. They shot 175 hares on 8 hunting expeditions.

However, if the hunting statistics are adjusted by the number of trips and shots, then the top‐3 list changes. Then the field ‘Bergið’, belonging to the village Árnafjørður was the most successful. In this field a single man shot 27 hares on a single trip. Number two were the hunters from the field “Norðaripartur” belonging to the village of Depli where two hunters shot 38 hares on a single trip. In third place where those from “Fyri innan Leiti” belonging to the village of Viðareiði, where five hunters shot 64 hares in a day.

Overall, 3.23 hares where shot per gun per day in the Faroe Islands in 2020. This is more than in both 2019 and 2018, when 3.10 and 2.79 hares were shot per gun per day, respectively.

Most of the hares were shot on the island of Streymoy with a total of 4,029, corresponding to 42% of the hunted hares in the Faroe Islands in 2020. On the island Vágar, 1,980 hares were shot, 1.636 on Eysturoy and 637on the island of Borðoy.

The village Vestmanna on the island Streymoy is, as in the previous years, the place where most hares were shot in 2020. In total, they shot 1.011 hares on 76 trips.

During the 988 individual hunting trips in 2020, the hunting success ranged from 0 to 117 hares on each trip. The most common success rate was between 1 and 4 hares in a single day. Over the whole season, 9.41 hares were shot on an average trip. This is much more than in previous years. In 2019, they shot 7.65 on average in a day and in 2018, they shot 7.02 hares on average during each trip.

The number of hunters on a trip ranged from 1 to 30. On half of the trips (the median), 2.0 or fewer hunters participated, in 321 cases (33%), the hunter was alone.

Only men hunt hares in the Faroe Islands. It is estimated that approximately 1.200 hunters participated in hare‐hunting in the Faroe Islands in 2020, corresponding to around 5% of the total male population.
Translated title of the contributionHunting of hare in the Faroe Islands in 2020 and other issues regarding the Faroese hare
Original languageFaroese
Place of PublicationTórshavn
PublisherFaculty of Science, University of the Faroe Islands
Number of pages57
Volume2021:01
Publication statusPublished - 16 Mar 2021

Publication series

NameNVD rit
PublisherNáttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya
No.2021:01
ISSN (Print)1601-9741

Keywords

  • Hares
  • Faroe Islands
  • Lepus timidus

Fingerprint

Dive into the research topics of 'Hunting of hare in the Faroe Islands in 2020 and other issues regarding the Faroese hare'. Together they form a unique fingerprint.

Cite this