Haruveiðan í Føroyum 2017

Translated title of the contribution: Hunting of hare in the Faroe Islands in 2017

Research output: Book/ReportAnthology

1 Downloads (Pure)

Abstract

Hetta er sætta frágreiðingin, sum eg skrivi um haruveiðuna í Føroyum. Fyrsta royndin var gjørd í 2012. Í yvirlitinum eru tilsamans 6.409 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2017.

Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 780 harutúrum í 263 hagapørtum kring landið. Helvtin av harunum vórðu skotar í 35 hagapørtum, av hesum vórðu 1.689 harur, tað er 25%, skotnar í 13 hagapørtum. Í 20 teimum bestu haruhøgunum skutu teir tilsamans 2.279 harur, sum er 36% av samlaðu veiðuni í Føroyum í 2017.

Nógv teir raskastu at skjóta harur í Føroyum í 2017 vóru teir, sum skutu í “Skálatoftahaga”, sum hoyrir til avtoftaðu bygdina Skálatoftir á Borðoynni. Teir skutu tilsamans 280 harur, sum teir fingu á 7 túrum. Teimum á baki vóru teir í “Neshaga”, eisini nevndur “Norðurnesið”, í Vestmanna við 172 harum á 14 túrum. Á triðja plássi vóru harumenninir í “Norðurtriðingur – Norðaripartur”, í Sørvági, eisini nevndur “Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna”. Teir fingu 146 harum á 10 túrum.

Verður hædd tikið fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gingnir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin, broytist úrslitið. Eftir hesum útrokningarháttinum, lá best fyri í hagapartinum “Bergið” í Árnafirði. Í hesum hagunum var ein einstakur maður tveir túrar, og samlaða úrslitið gjørdist 32,0 harur pr. byrsu pr. dag. Næstbestur var
Myrkjanoyrarhagi, eisini nevndur “Biskupstøðhagi” í Klaksvík. Har var miðal úrslitið fyri tveir túrar, 13,5 harur pr. byrsu pr. dag. Á triðja plássi var hagin “Byrgið” í Kunoy, har ein einsamallur maður ein dag fekk 11 harur.

Fyri alt landið vórðu skotnar 3,18 harur pr. byrsu hvønn dagin. Hetta er meir enn bæði í 2016 og 2015, tá miðalveiðan var ávikavist 2,38 og 2,36 harur pr. byrsu hvønn dagin, men á leið tað sama sum í 2014 og 2013, tá veiðan var ávikavist 3,1 og 2,9 harur pr. byrsu hvønn dagin.
Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 2.736 harur, sum er 43% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2017. Í Vágum skutu teir 1.351 harur, í Eysturoynni 896 og á Borðoynni 695 harur.

Vestmanna er, eins og undanfarin ár, tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2017. Tilsamans skutu vestmenningar 693 harur á 59 túrum.

Fyrsta dag, loyvt var at skjóta haru í 2017, var hósdagin 2. november. Hendan dagin fingu teir tilsamans 681 harur, sum vórðu skotnar í 50 hagapørtum kring landið. Fyrsta leygardag, 4. november, fingur teir 939 harur í 72 høgum.

Á teimum 780 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2017, var veiðan millum 0 og 92 harur hvønn túrin. Vanligast var at fáa 1 til 4 harur á einum túri. Í miðal vórðu skotnar 8,14 harur á hvørjum túri í 2017. Hetta er eitt sindur meira enn bæði í 2016 og 2015, tá teir fingu ávikavist 6,40 og 6,23 harur í miðal hvønn túrin, men á leið tað sama sum í 2014 og 2013, tá miðaltalið var ávikavist 8,12 og 8,2 harur pr. túr.
Talið av skjúttum á hvørjum harutúri í 2017 var millum 1 og 17. Helvtin av túrunum vóru teir 2 ella færri skjúttar á hvørjum túri. 252 ferðir (32%) var bert ein maður og skeyt.

Mett verður, at í 2017 skutu umleið 900 ymiskir mans harur í Føroyum. Hetta er eitt sindur meir enn bæði í 2016 og í 2015, tá ávikavist 700 og 800 mans skutu harur, men
nógv minni enn í 2014, tá 1.200 mans skutu harur í Føroyum.

---------------------------------------

Summary (in English)
This is the sixth yearly census of hares hunted in the Faroe Islands. The hunting season is from 2 November to 31 December. The first census was conducted in 2012.

The 2017 survey is based on data collected through the webpage “haran.fo”, which was created for this purpose. The investigation is based on information from 780 distinct hunting expeditions carried out in 263 outfields covering most of the Faroe Islands.

In the present overview, 6,409 hares are registered as shot in the Faroe Islands. Based on this, I estimate the total number of hunted hares as being around 6,500 animals in 2017.

Half of the hares were shot in 35 outfields. Half of these, i.e. 1,689 hares, where shot in 13 of the best outfields. In the 20 best hunting fields, a total of 2,279 hares were shot, corresponding to 36% of the hunted hares.

The most successful hare-hunters in the Faroe Islands in 2017 were those from the outfield ‘Skálatoftahaga’ belonging to the village Skálatoftir. In total, they shot 280 hares in 7 trips. In second place were those from ‘Neshaga’, in the village of Vestmanna, with 172 hares in total in 14 trips. Number three were those from ‘Norðurtriðingur – Norðaripartur’ in village Sørvágur. They shot 146 hares in 10 hunting expeditions.

However, if the hunting statistics are adjusted by the number of trips and shots, then the top-3 list changes. Then the field ‘Bergið’, belonging to the village Árnafjørður was the most successful. In this field a single man shot 64 hares in two trips, on average 32 hares per gun per day. Number two would be the field ‘Myrkjanoyrarhagi’, belonging to the village of Klaksvík, where the average outcome was 13.5 hares per gun per day. Number three was the field ‘Byrgið’ in village Kunoy, where a single man shot 11 hares in one day.

Overall, 3.18 hares where shot per gun per day in the Faroe Islands in 2017, compared to 2.38 in 2016, 2.36 in 2015, 3.1 in 2014 and 2.9 hares per gun per day in 2013.

Most of the hares were shot on the island of Streymoy with a total of 2,736, corresponding to 43% of the hunted hares in the Faroe Islands in 2017. On the island Vágar, 1,351 hares were shot in total, 869 on Eysturoy and 695 hares on the island of Borðoy.

The village Vestmanna on the island Streymoy is, as in the previous years, the place where most hares were shot in 2017. In total, they shot 693 hares on 59 trips.

On the first hunting day (Thursday 2th November) 681 hares were shot in 50 fields. On the first Saturday, 4th November, 939 hares were shot in 72 fields.

During the 780 individual hunting trips in 2017, the hunting success ranged from 0 to 92 hares on each trip. The most common success rate was between 1 and 4 hares on a single day. Over the whole season, 8.14 hares were shot on an average a trip. This is somewhat more than in both 2016 and 2015, when on average 6.40 and 6.23 hares, were obtained per trip, respectively, but lesser than both in 2014 and 2013 when they shot 8.12 and 8.2 hares on average during each trip, respectively.

The number of hunters on a trip ranged from 1 to 17. On half of the trips, an average of 2.0 or fewer hunters participated, in 252 cases (32%), the hunter was alone.

Only men hunt hares in the Faroe Islands.It is estimated that approximately 900 distinct hunters participated in hare-hunting in the Faroe Islands in 2017, corresponding to around 4% of the male population. In 2016, 900 hunters participated, 800 in 2015, and in 2014, 1,200 hunters.
Translated title of the contributionHunting of hare in the Faroe Islands in 2017
Original languageFaroese
Place of PublicationTórshavn
PublisherFaculty of Science, University of the Faroe Islands
Number of pages51
Volume2018:02
Publication statusPublished - 20 Mar 2018

Publication series

NameNVD rit
PublisherNáttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya
No.2018:02
ISSN (Print)1601-9741

Keywords

  • Hares
  • Faroe Islands
  • Lepus timidus

Fingerprint

Dive into the research topics of 'Hunting of hare in the Faroe Islands in 2017'. Together they form a unique fingerprint.

Cite this