Haruveiðan í Føroyum 2012

Translated title of the contribution: Hunting of hare in the Faroe Islands in 2012

Research output: Book/ReportAnthology

3 Downloads (Pure)

Abstract

SAMANDRÁTTUR
Hetta er ein fyrsta roynd, at gera eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum.

Í yvirlitinum eru tilsamans 5.381 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2012. Men yvirlitið er tíðan verri ikki fullfíggjað, tí tað eru uttan iva fleiri harutøl, sum tað ikki hevur eydnast mær at fáa fatur á. So helst er samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2012 omanfyri 7.000.

Nú var 2012 eitt serstaka vánaligt ár til haru. Flestu harumenn, sum eg havi tosað við siga, at teir bara hava fingið umleið helvtina av tí, sum teir vanliga plaga at fáa. Er hetta rætt, verða eitt miðal ár skotnar dupult so nógvar, t.e.14.000, harur í Føroyum. Siga vit, at helvtina av harustovninum verður skotnar á hvørjum ári, so var samlaði føroyski harustovnurin í 2012 umleið 14.000 harur. Eitt miðal ár er harustovnurin kanska tað dupulta .

Raskastir at skjóta harur í 2012 vóru teir í hagapartinum Norðurtriðingur, Norðari partur í Sørvági. Teir fingu tilsamans 120 harur á 10 túrum. Teimum á baki komu teir á Skálatoftum á Borðoynni við 116 harum, sum teir fingu á 8 túrum. Á triðja plássi vóru teir á Dúvugørðum í Saksun við 110 harum, eisini á 8 túrum.

Flest harurnar vórðu skotnar í Streymoynni, íalt 2.511 harur, sum er 47% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2012. Í Vágum vórðu skotnar 948 harur, í Eysturoynni 567 og á Borðoynni 447 harur.

Vestmanna er tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2012. Tilsamans vórðu skotnar 429 harur í teimum 10 haruhagunum, sum hoyra til bygdina.

Í 20 teimum bestu haruhagunum í Føroyum vórðu skotnar tilsaman 1.693 harur, sum er 31% av samlaðu veiðuni í 2012. Í 2012 var fyrstu ferð, at teir skutu harur í Hesti. Teir vóru tveir túrar, og fingu tilsamans 25 harur.

Fyrsta leygardag í harutíðini vórðu skotnar tilsaman 831 harur í 61 høgum kring landið. Hetta er 19% av samlaðu haruveiðini, og 11% av túratalinum. Seinasta dag vórðu skotnar tilsamans 628 haru í 95 høgum.

Yvirlitið byggir á úrslit frá 649 einstøkum harutúrum, sum vórðu gjørdir í 199 ymiskum hagapørtum í 68 bygdum í Føroyum. Upplýsingarnir eru fingnir til vega frá tilsamans 183 ymiskum heimildarfólkum kring landið.

Innsavningin av veiðitølunum í hesi frágreiðingini byggir á upplýsingar, sum eru fingnir frá harumonnum kring landið. Innsavningin av veiðitølum er í størstan mun farin fram við Facebook-bólkinum “Haruskjóting í Føroyum”. Eftir at veiðitíðin var liðug, var eisini ringt til bøndur og harumenn, sum eg var vitandi um, ella hevði frætt um, høvdu skotið harur í 2012.
Translated title of the contributionHunting of hare in the Faroe Islands in 2012
Original languageFaroese
Place of PublicationTórshavn
PublisherFaculty of Science, University of the Faroe Islands
Number of pages44
Volume2013:02
Publication statusPublished - 2013

Publication series

NameNVD rit
PublisherNáttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya
No.2013:02

Keywords

  • Hares
  • Faroe Islands
  • Lepus timidys

Cite this