Haruveiðan í Føroyum 2023

Translated title of the contribution: Hunting of hare in the Faroe Islands in 2023

Research output: Book/ReportAnthology

208 Downloads (Pure)

Abstract

Samandráttur
Hetta er tólvta frágreiðingin, sum eg havi skrivað um haruveiðuna í Føroyum. Fyrsta royndin var gjørd í 2012. Í hesi frágreiðingini eru tilsamans 5.300 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2023.

Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 556 harutúrum í 264 hagapørtum kring landið. Í 20 teimum bestu haruhøgunum skutu teir tilsamans 1.747 harur, sum er 33% av samlaðu veiðuni í Føroyum í 2023. Helvtin av øllum harunum vórðu skotar í 35 hagapørtum, av hesum vórðu 1.159 harur (25%) skotnar í 12 teimum bestu høgunum í Føroyum.

Raskastu at skjóta harur í Føroyum í 2023 vóru teir, ið skutu í “Norðurtriðingur – Sunnaripartur”, eisini nevndur “Vørðufelli” í Sørvági. Teir skutu 129 harur, sum teir fingu á 10 túrum. Teimum á baki vóru teir, ið skutu í “Norðurtriðingur – Norðaripartur” eisini nevndur “Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna”, eisini í Sørvági. Teir fingu 128 harur á 7 túrum. Á triðja plássi vóru teir, ið skutu í “Kirkjubøhaga - Fyri Heiman” í Kirkjubø.Teir fingu 123 harur á 3 túrum

Verður hædd tikin fyri, hvussu nógvir túrar vórðu gingnir í hvørjum haga og hvussu nógvir skjúttar vóru við hvønn túrin, broytist úrslitið. Eftir hesum útrokningarháttinum, lá best fyri í hagapartinum “Dylluni” í Funningi, har ein maður ein dag fekk 13 harur. Á øðrum plássi var “Bergið” í Árnafirði, har 10 mans á trimum túrum fingu 81 harur. Hetta gevur í miðal 9,28 harur pr byrsu pr dag. Á triðja plássi vóru harumenninir í “Uttangarðshagi – Vestaripartur” í Bø, sum á trimum túrum í miðal skutu 8,49 harur pr byrsu pr dag

Fyri alt landið vórðu skotnar 3,10 harur pr. byrsu hvønn dagin. Hetta er eitt sindur meira enn í 2022 tá teir í miðal skutu 2,74 harur pr. byrsu hvønn dagin, men minni enn í 2021, tá miðaltalið var 3,33.
Flest harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, íalt 2.011 harur, sum er 38% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2023. Í Vágum skutu teir 1.381 harur, í Eysturoynni 831 og á Borðoynni 361 harur.

Í 2023 vórðu flestu harur skotnar í Sørvági. Tilsamans skutu sørvingar 463 harur. Í Miðvági skutu teir 437 harur og í Vestmannai 361 harur.

Fyrsta dag loyvt var at skjóta harur í 2023 var hósdagin 2. novembur, men vegna vánalig líkindi hendan dagin, fingu teir bara 35 harur tilsamans hendan dagin, í trimum høgum.

Á teimum 535 harutúrunum, sum vórðu gjørdir í 2023, var veiðan millum 0 og 74 harur hvønn túrin. Vanligast var tó at fáa 1 til 4 harur á einum túri. Í miðal vórðu skotnar 8,79 harur á hvørjum túri í 2023. Hetta er eitt vet lægri enn 2022, tá miðalveiðan fyri hvønn túrin var 10,13 harur, men eitt sindur meira enn í 2021, tá miðalveiðan var 8,58 harur á hvørjum túri.
Talið av skjúttum á hvørjum harutúri í 2022 var millum 1 og 24. Helvtin av túrunum vóru teir ein ella tveir skjúttar á hvørjum túri. 169 ferðir (32%) var ein maður einsamallur og skeyt.

Mett verður, at í 2023 skutu umleið 8.000 mans harur í Føroyum. Hetta er eitt sindur færri enn vanligt.

            -------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
 
Summary (in English)
The Faroese hare hunting season starts on November 2nd and ends on December 31st. This is the twelfth yearly census of hare hunts in the Faroe Islands. The first census was conducted in 2012. Collection of the hunting statistics in the Faroe Islands are carried out on a voluntary basis, both the hunter’s registration and my reception and processing of the data.

The survey is based on data collected through the webpage “haran.fo”, which was created for this purpose. The investigation is based on information from 556 distinct hunting expeditions carried out in 264 outfields covering most of the Faroe Islands.

In the present overview, 5,300 hares are registered as shot in the Faroe Islands in 2023.

Due to poor weather conditions, only 35 hares were shot in 3 fields on the first hunting day (Thursday November 2nd). The second Saturday (November 11th), 817 hares were shot in 60 fields.

In the top 20 hunting fields, a total of 1,747 hares were shot, corresponding to 33% of the hunted hares. Half of the hares were shot in 35 outfields. Half of these i.e. 1,159 hares (25%), where shot in 12 of the best outfields.

The most successful hare-hunters in the Faroe Islands in 2023 were those from the outfield
“Norðurtriðingur – Sunnaripartur”, belonging to the village Sørvágur. In total, they shot 129 hares on 10 trips. In second place were those from “Norðurtriðingur – Norðaripartur”, belonging to the same village, with a total of 128 hares on 7 trips. In third place were those from “Kirkjubøhagi - Fyri Heiman” in the village of Kirkjubør. They shot 123 hares on 3 hunting expeditions.

However, if the hunting statistics are adjusted by the number of trips and shots, then the top-3 list changes. Then the field “Dyllan”, belonging to the village Funningur, was the most successful. In this field, a single hunter get 13 on a day. Number two were the hunters from the field Bergið” in Árnafjørður. Here, 10 hunters got 81 hares on three expeditions, which gives 9.38 hares per gun per day in average. In third place where those from “Uttangarðshagi – Vestaripartur” belonging to the village of Bø. They shot in average 8.5 hares per gun per day.

Overall, 3.10 hares were shot per gun per day in the Faroe Islands in 2023. This is more than in 2023, when 2.74 hares were shot per gun per day, but lesser than in 2021, when 2.33 hares were shot per gun per day.

Most of the hares were shot on the island of Streymoy with a total of 2,011, corresponding to 38% of the hunted hares in the Faroe Islands in 2023. On the island Vágar, 1,3817 hares were shot, 831 on Eysturoy and 361 on the island of Borðoy.

The village Sørvágur on the island Vágar is the place where most hares were shot in 2023. In total, they shot 463 hares on 35 trips.

During the 535 individual hunting trips in 2023, the hunting success ranged from 0 to 74 hares on each trip. The most common success rate was between 1 and 4 hares in a single day. Over the whole season, 8.79 hares were shot on an average trip. This is lesser than in 2022, when they shot 10.13 hares on average in a day, but little more than in in 2021, when the average value was 8.58 hares on average during each trip.

The number of hunters on a trip ranged from 1 to 24. On half of the trips (the median), 2.0 or fewer hunters participated, in 169 cases (32%), the hunter was alone.

Only men hunt hares in the Faroe Islands. It is estimated that approximately 8.000 hunters participated in hare-hunting in the Faroe Islands in 2023, corresponding to around 4% of the total male population.


Translated title of the contributionHunting of hare in the Faroe Islands in 2023
Original languageFaroese
Place of PublicationTórshavn
PublisherFaculty of Science, University of the Faroe Islands
Number of pages44
Publication statusPublished - 29 Feb 2024

Publication series

NameNVDrit
PublisherNáttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya
No.2024:01
ISSN (Print)1601-9741

Keywords

  • Hares
  • Faroe Islands
  • Lepus timidus
  • hunting

Fingerprint

Dive into the research topics of 'Hunting of hare in the Faroe Islands in 2023'. Together they form a unique fingerprint.

Cite this