Frá tilboði til læknastríð: Søguvísindalig háttaløg, uppgávur og keldur

Translated title of the contribution: From the Offer to the Doctors struggle : Historical method, exercises, and sources

Research output: Book/ReportBook

Abstract

Hetta er ein bók við nógvum heimildartilfari til ymisk evni í nýggjaru politisku søgu Føroya. Talan er um tilfar, sum høvundurin hevur savnað saman í ymiskum skjalasøvnum gjøgnum nógv ár. Tilfarið er sett saman við støði í fýra avmarkaðum evnum: Tilboðið í 1906, Adressumálið í 1917, Noregsmálið í 1923 og Læknastríðið í 1953. Serligur dentur hevur verið lagdur á at velja út og seta saman keldur, sum innan tey einstøku evnini lýsa ósemjur um gongdina í teimum einstøku málunum. Til hvørt av teimum fýra evnunum er ein søguligur inngangur og arbeiðsspurningar til keldutilfarið. Í bókini er eisini ein drúgvur inngangur til søgulig háttaløg. Hetta ger, at bókin hóskar væl til frálæru á miðnáms- og universitetsstigi, serliga í søgu, men ivaleyst eisini í øðrum lærugreinum.

Nógv av keldutilfarinum hevur ongantíð verið á prenti fyrr og átti tí eisini at havt almennan áhuga. Nýggjar og forkunnugar upplýsingar, sum varpa ljós á samfelagslig viðurskifti í nýggjari politisku søgu Føroya eru at finna í hesum tilfarinum. Tilfarið er fingið til vega í bæði føroyskum og donskum skjalasøvnum, t.d. Føroya Landsskjalasavni og Folketingets Bibliotek og Arkiv í Keypmannahavn, umframt í privatum søvnum, sum høvundurin hevur fingið atgongd til. Í tilfarinum um Læknastríðið eru t.d. fleiri innanhýsis fundarfrágreiðingar
úr landsstýrinum, sum varpa nýtt ljós á gerðir landsstýrisins,loyniligt brævasamskifti hjá løgmanni og privat brøv millum aktørar í læknamálinum.

Bókin er serliga ætlað til frálæruna í søguvísindum á teimum hægru undirvísingarstovnunum, men tilfarið er ivaleyst eisini áhugavert fyri fólk við almennum søguligum og samfelagsligum áhuga.
Translated title of the contributionFrom the Offer to the Doctors struggle : Historical method, exercises, and sources
Original languageFaroese
Place of PublicationTórshavn
PublisherFróðskapur
Number of pages281
Edition1
ISBN (Print)978-99918-65-55-3
Publication statusPublished - 2013

Keywords

  • History
  • Faroe Islands
  • Historical methods
  • Methods
  • Credibility

Fingerprint

Dive into the research topics of 'From the Offer to the Doctors struggle : Historical method, exercises, and sources'. Together they form a unique fingerprint.

Cite this