Fiskiskapur eftir reyðæti

Eilif Gaard, Durita Sørensen

Research output: Other contribution

1 Downloads (Pure)

Abstract

Reyðæti er tað slagið av djóraplankton, sum mest er á okkara havleiðum. Um várið og summarið er tað ovarlaga í sjónum, har tað nørist og veksur. Tað
er serliga hesa tíðina á árinum, at fiskur og onnur djór eta reyðæti. Út á summarið fer tað í vetrardvala niðri í djúpum sjógvi, á eini 500-1000 metra dýpi.
Norðan fyri Føroyar er ísakaldur sjógvur á hesum dýpunum. Ein partur av hesum djúpa sjónum rekur suður ígjøgnum Hetlandsrennuna og víðari norður ígjøgnum Bankarennuna, frá umleið 500 metra dýpi og niður á botn, og reyðæti, sum er í vetrardvala í hesum sjónum norðan fyri Føroyar, verður tikið við hesum djúpa rákinum um veturin. Kanningarnar, ið vórðu gjørdar í Bankarennuni frá august 2017 til februar 2018, vístu, at longu seint í august var væl av reyðæti í tí djúpa rákinum, og um heystið og út á veturin er umleið 250 mg vátvekt av reyðæti
pr. m3 í hesum sjónum. Sera nógvur sjógvur rekur suður ígjøgnum Hetlandsrennuna og víðari norður ígjøgnum Bankarennuna (umleið 2,2 mió. m3/sekund), soleiðis at tann samlaði flutningurin av reyðæti um heystið og veturin liggur um eini 40.000 tons um dagin.

Í einum møguligum fiskiskapi eftir reyðæti ber til at brúka tær heilt serligu náttúrugivnu umstøðurnar, sum eru í Bankarennuni. Trúligt er, at tað ber til
at lata fiskifarið liggja stilt og tóva suðureftir, meðan tað sterka rákið, ið er støðugt norðureftir í tí djúpa partinum av Bankarennuni, førir ætið í trolið. Við einari streymferð norður ígjøgnum Bankarennuna uppá 1 m/sekund fæst, at hvør m2 av tvørskurði flytur umleið 1 kg/tíma norður ígjøgnum Bankarennuna um heystið og veturin. Harumframt kemur møgulig hjáveiða (t.d. krill og annað).

Av tí at talið av prøvum av djóraæti er rættiliga avmarkað, eru óvissur í miðal nøgdunum av reyðæti í hesari frágreiðingini. Úrslitini omanfyri kunnu broytast nakað, tá fleiri kanningar eru gjørdar.

Neyðugt er við trolreiðskapi, ið er nóg stórur til vinnuliga veiðu, fyri endaliga at staðfesta, um tílík veiða hevði verið vinnuliga áhugaverd.

Sannlíkt er, at tað allarmesta av hesum reyðætinum doyr, tá tað er komið út úr Bankarennuni. Vit vita tó ikki, um ein minni partur av tí reyðætinum, ið rekur
út ígjøgnum Bankarennuna, verður etin av fiski ella øðrum um veturin. Um so er, er tað mest trúligt rættiliga tætt við har sum tað kemur út (t.v.s. vestan fyri Bankarennuna og sunnan fyri Íslandsryggin).

Vit meta, at ein varisliga vinnulig veiða um veturin ikki hevur skaðiligt vistfrøðiligt árin. Tær nøgdirnar, ið reka norður ígjøgnum Bankarennuna um veturin, eru so stórar, at sjálvt við stórum varsemi, ber vistfrøðiliga til at veiða rættiligar stórar nøgdir, uttan at orsøk er fyri stúran.

Skilagott hevði verið at roynt í verki, við trolreiðskapi, ið er gjørdur til endamálið, um ella i hvønn mun, vinnuligt grundarlag er fyri at veiða ein part av ti reyðæti, sum rekur út ígjøgnum Bankarennuna um heystið og veturin.

Um slík veiða er vinnuliga áhugaverd og týðandi nøgdir verða veiddar, verður mælt til at kanna nærri, í hvønn mun tað reyðæti, sum rekur út úr
Bankarennuni um veturin, hevur týdning sum føði í økinum.
Original languageFaroese
TypeSmárit
PublisherFaroe Marine Research Institute
Publication statusPublished - 2018

Publication series

NameHavstovan Smárit
Volume18-1

Cite this