0528 Resilience and State Control During the COVID-19 Pandemic in the Faroe Islands - an in-depth Examination of Crisis Management and Organizing in the Local Government Sector

Project Details

Description

Hendan PhD verkætlanin er partur av einari stórari granskingarverkætlan, POLYGOV, staðsett í Oslo. Met, sum er eitt samstarv millum níggju norðurlendsk universitet í teimum fimm statunum og teimum trimum londunum við sjálvstýri, Grønland, Føroyar og Åland. Føroyska PhD- verkætlanin er ein kanning av almennu føroysku kreppustýringini og politisku leiðsluni (governance) undir korona-farsóttini. Kannað verður, hvussu tann føroyski korona-politikkurin og strategiin bleiv til, hvussu hetta varð sett í verk (implementerað) í kommunala geiranum, og hvussu politikkurin bleiv móttikin av fólkinum (legitimitet og aksept). Verkætlanin hevur eitt institutionelt-organiatoriskt perspektiv á politikk og implementering av politikki, og varpar serliga ljós á leiklutin hjá millum-leiðarum og starvsfólki í almennum stovnum (Street-Level Bureaucrats) í kommunala geiranum og lýsir teirra leiklut í, hvussu føroyski koronapolitikkurin varð settur í verk. Granskingin fer at geva okkum virðismikla vitan um, hvussu kreppustýring og politisk leiðsla (governance) í Føroyum virkar í verki. Hendan vitan kann brúkast, tá føroyska kreppustýringin og kreppuleiðslan skal endurskoðast.
StatusActive
Effective start/end date1/02/2331/01/26

Fingerprint

Explore the research topics touched on by this project. These labels are generated based on the underlying awards/grants. Together they form a unique fingerprint.