Period30 Sep 2021

Media contributions

1

Media contributions

  • TitleNón 30/09/2021
    Country/TerritoryFaroe Islands
    Date30/09/21
    Description- Øll kunnu gera mun
    30-09-2021
    Marnar Fríðheim Kristiansen, sum fekk ársins miðlarheiðursløn, var gestur í Nón
    Hann var miðskeiðis í eini krabbameinsgransking, sum hann legði til viks, fyri at kasta seg yvir farsóttina, sum broytti heimin. Nú hevur hann fingið ársins miðlaheiðursløn frá Granskingarráðnum - fyri at kunna, ráðgeva og miðla gransking um koronu heiðurliga seinastu 20 mánaðirnar.

    Marnar Fríðheim Kristiansen er gestur í Nón, sum fer eitt sindur aftur um tann almenna granskaran og læknan. Hann heldur tað vera eina skyldu hjá granskarum at miðla sína gransking og vitan, serliga nú heimurin flýtir yvir í informatión.

    - Eitt, sum eg havi lært, er at vit kunnu øll gera ein mun. Tað hevur verið ógvuliga stuttligt at fingið hesa viðurkenningina. Eg síggi ikki meg sjálvan sum serliga dugnaligan, men við tað at eg havi kunnað lagt so nógva arbeiðsorku í hetta, so haldi eg meg hava kunnað gjørt ein mun á onkran hátt fyri føroyingar. Tað kunnu onnur eins væl gera.

    Marnar er 31 ára gamal, giftur og eigur tríggjar døtur. Hann er uppvaksin á Skála, miðlingur av fimm systkjum, og hann er glaður fyri sín uppvøkstur á bygd. Nú granskar Marnar í krabbameini í Føroyum, og hansara phd verður helst liðug komandi ár.

    Hoyr alla samrøðuna við Marnar Fríðheim Kristiansen.
    URLhttps://kvf.fo/non?sid=129282&page=11
    PersonsMarnar Fríðheim Kristiansen