Geislavirkin dálking í Føroyum

Activity: Talk or presentationOral presentation

Description

Geislavirkin dálking í Føroyum er regluliga kannað í meir enn hálva øld. Mátingar eru tøkar aftur til 1962. Dálkingin stavar frá royndarspreinginum av atomvápnum í 1950-60-unum og frá óhappum á kjarnorkuverkum, har tað mest álvarsliga hendi í Tjernobyl í Ukraina í 1986. Í dag er dálkingin sera lítil í føroyska umhvørvinum, men fyrst í 1960-unum var dálkingin í seyðakjøti í onkrum førum meir enn markvirðið, ið varð ásett fyri matvørur eftir Tjernobylvanlukkuna í 1986. Í framløguni verða mátirøðir vístar, ið ganga heilt aftur til 1962.
Period18 Nov 2022
Held atThe University of the Faroe Islands